Vinna

Finnur Fríði kemur á Tvøroyri í nátt

...

2020-08-17 21:06 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Finnur Fríði kemur á Tvøroyri um 5-tíðina í nátt við 1.000 tonsum av góðum makreli, støddin liggur um 440 gramm. Teir byrja at landa beinanvegin teir koma inn.

Finnur Fríði hevur hendan túrin verið heilt norður ímóti 67N, so tað er langur vegur at sigla. 

Teir hava leitað í føroyskum sjógvi,, bæði tá ið teir fóru avstað og nú suðureftir, men her stendur makrelurin ov spjaddur enn, varð sagt, tá ið vit tosaðu umborð fyri løtu síðan.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder