2017-05-07 11:30

Finnur Fríði hevur roynt sunnanfyri Føroyar eftir svartkjafti, og eru teir á veg inn at landa. Finnur Fríði er fullfermdur t.v.s. at teir hava 2500 tons av svartkjafti umborð.
Við jn.fo verður sagt, at teir hava verið til fiskiskap í nakrar dag, men tað hevur ikki verið rokfiskaríð, men brúkligt hjá teimum.
Finnur Fríði skal landa til Havsbrún, og sleppa teir framat mánadagin. Teir verða á Fuglafirði klokkan 13 í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald