2014-01-09 18:19
Niels Pauli og Steintór hava gjørt tveir túrar síðan jólaaftan.
Fyrra túrin fóru teir avstað jólaaftan. Teir fiskaðu 230.000 pund av upsa og havtasku á Munkagrunninum, teir fóru til Scrabster við veiðuni, har upsin var seldur fyri kr. 15/kg og fyri havtaskuna fingu teir kr. 72/kg., tilsamans seldu teir fyri 1,7 mill. í Scrabster, úr Scrabster fóru teir aftur á Munkagrunnin, har teir eisini høvdu roynt fyrra túr.
Í gjárkvøldi komu teir so á Hvalba við 300.000 pundum, meginparturin er upsi. Teir fáa hendan túrin 1,3 mill. fyri veiðuna.
Niels Pauli og Steintór fara nýggjan túr í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald