Ítróttur

Finalan verður ikki endurtikin

...

2014-04-29 02:15 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF.fo skrivar: Lutakast um, hvussu spælast skal í hálvfinalunum í steypakappingini hjá monnum hevur verið. Og nú er greitt, at finalan seinastu tvey árini verður ikki endurtikin.

Seinastu tvey árini hevur finalan um Løgmanssteypið verið spæld millum EB/Streym og Víking. Men soleiðis verður ikki í ár

Lutakast um hvussu spælast skal í hálvfinalunum í steypakappingini hjá monnum í var mánakvøldið í 3-2 í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya.

Jógvan Páll Joensen, limur í Kappingarnevndini hjá Fótbóltssambandi Føroya dróg liðini úr glasbollanum, og har háttaði tað seg soleiðis, at í aðrari hálvfinaluni møtast Víkingur og EB/Streymur, meðan tað verða B68 ella ÍF, sum í hinari hálvfinaluni skal spæla ímóti HB.

Fyrru hálvfinalurnar verða spældar 21. mai:
Víkingur ??? EB/Streymur
B68 ella ÍF ??? HB

Seinnu hálvfinalurnar verða spældar 18. juni:
EB/Streymur ??? Víkingur
HB ??? B68 ella ÍF

Finalan verður spæld á Tórsvølli leygardagin 30. august, kl. 19:45.

Leggjast kann afturat, at fjórðingsfinalan millum B68 og ÍF verður spæld mikudagin 7. mai.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder