JN

Fimmti ár síðani syrgiligu vanlukkuna við Toftavatn

...

2014-08-24 14:23 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

www.123.fo skrivar:

Sunnudagin 31. august verður minningarhald við Toftavatn í sambandi við, at tað eru 50 ár liðin síðani syndarligu vanlukkuna, tá 3 smádreingir druknaðu á Innara vatni



Tað eru avvarðandi hjá dreingjunum sum skipa fyri minningarhaldinum. Byrjað verður kl. 15.00, tá ein av fyrireikarunum, Haldor Gaardbo, bjóðar vælkomin.

Á skránni eru talur og sangur. Martin Restoff Jacobsen, prestur, og Jóannes S. Hansen fara at tala. Jóannes búði í teimum húsunum, ið vóru næst vanlukkustaðnum.

Umframt felagssang verður eisini sangframførsla.

Ein minningarpláta verður avdúka nær við, har dreingirnir druknaðu, og verður tað Jákup Mikal Mikkelsen, pápi ein av dreingjunum, sum avdúkar plátuna.

Aftaná bjóða fyrireikararnir til ein kaffimunn í Tofta skúla.

Teir, sum druknaðu, vóru: John Mikkelsen, Jákup Mikkelsen og Odmar Andreasen. Dreingirnir vóru 10 og 11 ára gamlir.

Druknivanlukkan hendi í sambandi við, at fýra javnaldrar vóru farnir at rógva á Toftavatni við einum lítlum báti. Báturin, sum var sera rankur, koppaði. Allir dreingirnir komu upp á kjøl, men enn einaferð fór báturin runt. Bert ein av dreingjunum dugdi so frætt at halda sær uppi, at hann kláraði at koma sær á land og siga frá um vanlukkuna. Nógv fólk kom á vanlukkustaðið, men hóast lívbargingarroyndir blivu gjørdar í fleiri tímar, eydnaðist tað ikki at fáa lív í aftur dreingirnar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder