
RAKSTRARLEIÐARI TIL VÁGA FLOGHAVN
Starvið
Vága Floghavn er í stórari menning, og sum liður í menningini søkja vit nú eftir einum rakstrarleiðara. Ert tú ein virkisfúsur leiðari, sum við samstarvshuga og nærlagni ynskir at menna flogvøllin, so ert tú leiðarin, sum vit leita eftir.
Sum rakstrarleiðari hevur tú tilvísing til flogvallarleiðaran og verður tín høvuðsuppgáva at tilrættisleggja dagliga raksturin, saman við øðrum leiðarum.
Uppgávurnar eru m.a.:
- Starvsfólkaábyrgd
- Vaktarplanlegging
- Samskipan og samskifti við flogfeløg um loftferðsluna
- Samskipan av rakstrar- og viðlíkahaldsarbeiðum
- Samskipan annars
- Taka tær av innanhýsis værkætlanum
- Umsitingarligar uppgávur
- Umframt aðrar uppgávur.
Yrkisligar førleikar:
Miðallanga ella hægri útbúgving innan verkfrøði ella aðra viðkomandi útbúgving og royndir
Leiðsluroyndir frá líknandi starvi, og gjarna royndir í at leiða verkætlanir
Góðan kunnleika til at leggja tilrættis og fyriskipa
Góðan kunnleika til KT
Góðar munnligar og skrivligar førleikar í enskum, føroyskum og donskum.
Persónligir førleikar
Tú ert liðleiðari við góðum samstarvsevnum
Tú dugir væl við fólki
Tú ert før/ur fyri at savna leiðslu og starvsfólk í mun til felags avbjóðingar, og harvið tryggja best møgulig úrslit
Tær dámar at skapa best møguligu tænastuna, bæði til kundarnar og innanhýsis í Vága Floghavn
Tú ert ein persónur, sum regluliga eftirmetir úrslitini og hyggur at, um tingini kunnu gerast betri og skjótari.
Setanar- og lønartreytir
Starvið verður sett sum skjótast. Starvið verður lønt sambert sáttmála við avvarðandi yrkisfelag, ella eftir nærri avtalu.
Umsóknir
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Jákup Egholm Hansen, á telefon 78 44 01, ella við at skriva teldupost til [email protected]. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Umsóknir skulu vera okkum í hendi seinast 13. januar 2019.
Umsóknin skal sendast til:
Vága Floghavn P/F
Flogvøllurin,
380 Sørvágur.
Viðmerk: Rakstrarleiðari,
ella sum teldupost til [email protected]
------------------------------------------------------------------------------------
FLOGTRYGDARLEIÐARI TIL VÁGA FLOGHAVN
Starvið
Ynskir tú at verða við til at menna føroysku flogferðsluna, so hevur tú nú møguleika at søkja eitt áhugavert starv í eini fyritøku, sum mennist við rúkandi ferð.
Flogtrygdarleiðarin umsitur trygdarøkið (altjóða heitið er security) og flogtrygdarøkið (altjóða heitið er safety).
Sum flogtrygdarleiðari hevur tú beinleiðis tilvísing til stjóran og verður partur av leiðsluni í Vága Floghavn.
Tín høvuðsuppgáva verður at útgreina kunning og krøv frá myndugleikunum til tess at tryggja, at Vága Floghavn til eina og hvørja tíð lýkur øll myndugleikakrøv, hvat flogtrygd viðvíkjur.
Tínar uppgávur verða m.a.
??tbúgva og menna starvsfólk
Innanhýsis og uttanhýsis frágreiðingar
Skapa skilagott samstarv og samskifti millum leiðslu, starvsfólk og aðrar áhugabólkar
Leggja tilrættis, seta í gongd, fylgja við og fylgja upp í mun til krøv og treytir settar av myndugleikunum
Umsita og menna serligu flogtrygdarskipanina á flogvøllinum (Flogtrygdarpolitikk, -málsetningar, -mannagongdir, -undirvísing, - v.m.)
At leiða menningarverkætlanir innan flogtrygdarøkið
Gera trygdarætlanir og váðametingar
Viðgera innan -og uttanhýsis frágreiðingar frá teimum ymisku aktørunum, ið virka á Vága Floghavn.
Persónligir førleikar
Tú ert liðleiðari við góðum samstarvsevnum, sum støðugt mennir liðavrikini
Tú virðir tað at finna røttu loysnina grundað á nágreiniligar fyrireikingar
Tú ert før/ur fyri at savna leiðslu og starvsfólk í mun til felags avbjóðingar, og harvið tryggja best møgulig úrslit
Tær dámar at skapa best møguligu tænastuna, bæði til kundarnar og innanhýsis í Vága Floghavn
Tú ert ein persónur, sum regluliga eftirmetir úrslitini og hyggur at, um tingini kunnu gerast betur og skjótari.
Yrkisligar førleikar
Miðallanga ella hægri útbúgving innan verkfrøði ella aðra líknandi útbúgving og royndir
Leiðsluroyndir frá líknandi starvi
Góðan kunnleika at leggja tilrættis og fyriskipa
Góðan teldukunnleika
Góðar skrivligar førleikar í føroyskum, donskum og enskum.
Setanar- og lønartreytir
Starvið verður sett sum skjótast. Starvið verður lønt sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag, ella eftir nærri avtalu.
Umsóknir
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Gudny Langgaard, á telefon
78 44 00, ella við at skriva teldupost til [email protected].
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Umsóknir skulu vera okkum í hendi seinast 13. januar 2019.
Umsóknin skal sendast til
Vága Floghavn P/F
Flogvøllurin
380 Sørvágur
Viðmerk: Flogtrygdarleiðari,
ella sum teldupost til [email protected]
----------------------------------------------------------------------------------------------------
FÍGGJARLEIÐARI TIL VÁGA FLOGHAVN
Starvið
Tú kemur at hava ábyrgd av fíggjarstýringini hjá Vága Floghavn. Hetta inniber at hava ábyrgd av øllum fyrisitingarligum uppgávum, bókhaldinum, hagtølum, við meira. Arbeiðsstaðurin er á flogvøllinum.
Umsøkjarin
Tú hevur útbúgving frá hægri lærustovni og royndir innan fíggjarstýring og roknskap. Vit vænta, at tú hevur góð leiðslu- og samstarvsevni og hevur teldukunnleika til vanligu office forritini og Navision. Tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt og arbeiðir málrættað. Eisini megnar tú at orða teg væl munnliga og skrivliga á føroyskum, norðurlendskum og enskum.
Treytir
Starvið er avbjóðandi við góðum møguleikum fyri persónligari og fakligari menning.
Fíggjarleiðarin hevur stóra ávirkan á egin viðurskifti og menningina á Vága Floghavn. Fíggjarleiðarin vísir beinleiðis til stjóran og er partur av leiðsluni. Løn sambært avtalu.
Umsóknir
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Gudny Langgaard, stjóra, á telefon 78 44 00, ella við at skriva teldupost
til [email protected]. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Umsóknir skulu vera okkum í hendi seinast 13. januar 2019.
Umsóknin skal sendast til:
Vága Floghavn P/F
Flogvøllurin
380 Sørvágur
Viðmerkt: Fíggjarleiðar
Ella sum teldupost til [email protected]
-----------------------------------------------------------------------------------------------------------
AFIS OPERAT??RAR TIL VÁGA FLOGHAVN
Hevur tú hug at arbeiða í torninum á Vága Floghavn? Ert tú útbúgvin AFIS operatørur ella droymir tú um at gerast AFIS operatørur? So er tað kanska tær, vit leita eftir.
Vága Floghavn skal yvirtaka AFIS í Vágum tann 1. januar 2020. Tørvur er at økja um starvsfólkahópin, og er ætlanin at seta 2 fólk sum skjótast.
Høvuðsuppgávan hjá AFIS tænastuni er at tryggja flogferðslutænastu og veita tekniska hjálp sambært galdandi reglum og samstarvsavtalum.
Arbeiðsuppgávur
Ein AFIS operatørur veitir flogvallarkunningartænastu, ávaringartænastu og veðurupplýsingar.
Førleikar:
Tað er fyrimunur, um tú hevur góðkent FIS certifikat og/ ella góðkent veðureygleiðaraútbúgving (vejrobservatationsuddannelse)
Hevur kunnleika til KT á brúkarastøði
Tú kanst samkifta á føroyskum, donskum og enskum bæði í skrift og talu
Vit kunnu bjóða tær
Umsøkjari uttan útbúgvning skal gjøgnumføra viðkomandi útbúgving. ??treiðslurnar í sambandi við útbúgvingina rindar Vága Floghavn, og byrjar útbúgvingin eftir ætlan í februar 2019. Arbeitt verður í toymi, so tú fert at arbeiða saman við øðrum starvsfeløgum. Uppgávurnar verða fjølbroyttar og snúgva seg um ymiskt innan flogferðslu. Umframt tær kravdu AFIS tænasturnar fert tú eisini at arbeiða við ymiskum altjóða tænastum innan SAR, offshore og briefing.
Løn og setanartreytir
Arbeitt verður í miðal 37 tímar um vikuna. Arbeitt verður í vaktum, sum eisini fevna um tillkallivaktir. Arbeiðstíðirnar eru lagaðar til flogferðsluna. Setanin er harumframt treytað av, at tú verður trygdargóðkend/ur og lýkur heilsukrøvini jf. JAR-FCL Class 2.
Løn sambært avvarðandi sáttmála.
Um tú ynskir fleiri upplýsingar, set teg í samband við Gudny Langgaard, stjóra á Vága Floghavn, tel. 784400 ella [email protected]
Umsóknin skal sendast til:Vága Floghavn P/F
Flogvøllurin
380 Sørvágur
Viðmerk: AFIS Operatørar,
ella sum teldupost til [email protected]
Freistin at søkja starvið er
13. januar 2019.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald