Á tíðindafundi í FSF-húsinum sunnukvøldið kunngjørdi Lars Olsen, landsliðsvenjari, hópin til EM-undankappingardystin ímóti Finnlandi, sum verður á Tórsvølli 7. september.
Sunnukvøldið skipaði Lars Olsen fyri tíðindafundi í FSF-húsinum, har landsliðsvenjarin kunngjørdi hópin til EM-undankappingardystin ímóti Finnlandi, sum verður á Tórsvølli um tvær vikur, sunnudagin 7. september, kl. 19:45.
24 leikarar hava fingið boð til fyrstu uppgávuna í komandi undankapping, og av teimum eru fimm leikarar, ið ongantíð fyrr hava verið partur av A-landsliðnum. Teir fimm eru Bárður Hansen, Hørður Askham, Brandur H. Olsen, Róaldur Jakobsen og Alex Mellemgaard.
Bárður, Hørður, Brandur og Róaldur hava áður roynt seg á U21-landsliðnum og øðrum ungdómslandsliðum, meðan hetta er fyrstu ferð, at Alex Mellemgaard hevur fingið landsliðsboð.
Teir 24, ið eru úttiknir til dystin ímóti Finnlandi, eru hesir:
Málverjar
Gunnar Nielsen, Teitur M. Gestsson og Tórður Thomsen.
Verjuleikarar
Jónas Tór Næs, Viljormur Davidsen, Jóhan Troest Davidsen, Sonni Ragnar Nattestad, Hørður Askham, Bárður Hansen, Rógvi Baldvinsson, Odmar Færø, Ári Mohr Jónsson og Alex Mellemgaard.
Miðvallarar
Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson, Kaj Leo í Bartalstovu, Brandur H. Olsen, Róaldur Jakobsen, Pól Jóhannus Justinussen, Gilli Sørensen og Christian Lamhauge Holst.
Framherjar
Páll Klettskarð, Klæmint A. Olsen og Arnbjørn Hansen.
Í undankappingini til EM-endaspælið í 1996 vóru Føroyar og Finnland eisini í bólki saman. Ta ferðina vunnu finnar 5-0 og 4-0.
Myndir frá tíðindafundinum kunnu síggjastHER
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald