2021-04-05 21:08
![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
Klokkan 10 í morgun lokala tíð sendi "Eemslift Hendrika" út neyðarkall. Skipið hevði fingið slagsíðu upp á umleið 30 stig. Tá ið skipið sendi neyðarkall út, var tað statt einar 60 fjórðingar vestur úr ??lesund.
Átta av manningini blivu bjargaðir av skipinum fyrrapartin, og valdi skiparin at fýra av manningini skuldu royna at bjarga skipinum. Norskir miðlar skriva, at um 20 tíðina í kvøld valdu teir eisini at fara av skipinum. Tað var gjørt tí vandi var fyri at skipið skuldi koppa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald