2019-02-04 23:20

Í morgun fingu vit hetta filmsbrotið sendandi frá Regin Nielsen umborð á Ran. Hann sigur at hesir hvalirnir sum vit síggja á filmsbrotinum hava fylgt skipinum stútt og trúliga síðani Ran byrjaði fiskiskapin, og liggja klárir tá ið hálað verður, og eta tað sum møguliga dettur úr netinum.
Ran hevur havt gó??an fiskiskap eftir svartkalva yviri á Flemmish Cap síðani teir byrjaðu fiskiskapin tann 21. januar, og er kvotan um at verða uppi hjá teimum. Ran hevur eisini nøkur tons av kongafiski at fiska har yvri. Í grein á jn.fo fyrradagin, segði reiðarin Hans Andrias Kelduberg, at ætlanin var at sleppa at fiska av toskakvotuna, sum vit hava umbýtt vi?? EU fyri rossamakrel í Kyrrhavinum, ta?? eru 450 tons í rundum, men hon er ikki klár enn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald