2019-02-07 19:34

Betri: Fyrr í vikuni tóku øll virknu bjargingarfeløgini í Føroyum ímóti peningagávu frá Betri Stuðulsgrunninum.
Ingunn Eiriksdóttir, forstjóri í Betri Trygging, handaði gávuna og takkaði fyri tað megnar arbeiðið, sum bjargingarfeløgini gera.
- Ímillum tykkum hava tit heilt sikkurt nógvar tímar úti á bjargingarátøkum. Tá onnur ikki strekkja til, strekkja tit til. Í øllum veðri. Og tit eru altíð til reiðar, tá tørvur er á hjálp, segði Ingunn Eiriksdóttir millum annað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald