2019-11-27 13:50

Á býráðsfundi mánakvøldið 25. november varð fíggjarætlanin fyri 2020 endaliga samtykt.
Høvuðstølini í fíggjarætlanini:
Inntøkur: 89,5 mió.kr.
Rakstrarútreiðslur: 70,7 mió.kr.
Íløgur: 43,9
Skattaprosent, óbroytt: 21,5%
Barnafrádráttur, óbroyttur: 5.000 kr.
Býráðið hevur samtykt at gera íløgur komandi ár fyri tilsamans 43,9 mió.kr. Av íløgum kunnu m.a. nevnast:
- 37.100.000kr. til bygging av skúla og ítróttarhøll við Streymin.
- 2.200.000kr. til umvælingar, bjálving o.a. skúlanum í Hvalvík og kommunuskrivstovuni á Oyrarbakka.
- 2.000.000kr. til innrætting av ítróttarhúsinum við Margáir í Streymnesi.
- 600.000 til keyp av lendi til grundstykkir í Streymnesi og Saksun.
- 1.000.000 til liðugtgerð av spillvatnsætlanunum í Haldórsvík og Tjørnuvík.
Nettoskuldin hjá Sunda kommunu við árslok 2020 verður 57 mió.kr. svarandi til 0,75 ferðir eina álíkning.
Fíggjarætlanin verður nú send landinum og verður løgd út á heimasíðuna hjá kommununi í komandi viku
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald