JN

Feskfiskaveiðan ikki verið minni í tjúgu ár

...

2014-01-22 18:05 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Avreiðingarnøgdin av feskfiski hevur verið støðugt fallandi seinastu árini. I miðal var nøgdin góð 125 túsund tons árini 2000-2007. Síðan 2007 hevur veiðan av feskfiski í miðal verið niðan fyri 100 túsund tons. Í fjør vórðu avreidd einans 71 túsund tons, og er tað so lítið, at leitast skal aftur til kreppuárini fyrst í 1990´unum fyri at finna líknandi tøl. 

Feskfiskaveiðan fevnir í hesi grein um feskfisk hjá føroyskum skipum, sum er farin um avreiðingarskipanina, uppsjóvarfiskur undantikin. 


Upsa-, toska- og hýsuveiðan í fjør samanborin við undanfarin ár
Væl minni av upsa varð avreitt í 2013 ??? góð 8 túsund tons ella ein fjóðrings minking í mun til 2012. 
Meðan toska- og hýsunøgdin hevur verið lág seinastu nógvu árini, hevur upsafiskiskapurin verið betri. Men seinastu 3 árini hevur nøgdin av upsa eisini verið nógv fallandi, heilt niður í 25 túsund tons í fjør, ið er einans til helvtar av tí, sum í miðal var avreitt árini 2001-2010 

Av toski varð avreitt áleið tað sama í 2013 sum í 2012. Havast skal í huga, at toskurin, sum veiddur varð á Flemish Cap, er við í tølunum. Kvotan á Flemish Cap í 2013 var 3.100 tons. Hon er áður ikki komin gjøgnum avreiðingarskipanina. 

Nøgdin av toski hevur verið støðugt lág seinastu 7 árini  - í miðal um 10 túsund tons. Tey gott 9.000 tonsini, sum vórðu avreidd í fjør, er lítið samanborið við árini beint áðrenn aldarskiftið og nakað inn í nýggju øldina - tá varð avreitt tvífalt og trífalt meir av toski enn nøgdirnar, vit hava sæð seinastu árini.

Hýsunøgdin vaks 20% í mun til fyrraárið, men er enn lág. Í fjør vórðu bert avreidd góð 3.000 tons, samanborið við um 20.000 tons í miðal árini 2001-2007. 


Onnur botnfiskasløg skiftandi týdning
Nú minni er til av toski og hýsu, eru tað onnur botnfiskasløg, sum hava fingið størri týdning. Myndin niðanfyri vísur avreiddu nøgdirnar av longu og brosmu. Nøgdirnar á hesum báðum fiskasløgum eru støðugt vaksnar síðan beint eftir aldarskiftið ??? úr góðum 2.000 tonsum upp í 4-5.000 tons. Tó var í fjør eitt stórt fall í avreiddu nøgdini av brosmu heilt niður á botnstøðið fyri tíggju árum síðani.


 

 


Gongdin í avreiðingarvirðinum fylgir ikki altíð gongdini í veiðunøgdunum, sum sæst á myndini niðanfyri. Fyri virðið eru fiskaprísirnir eisini avgerandi. Avreiðingarvirðið er nógv fallið seinastu árini. Virðið í fjør á góðar 600 milliónir kr. er til helvtar av virðinum fyri 10 árum síðani, tá avreiðingarnøgdin varð seld fyri meir enn 1,2 milljardir kr. 


 
Avreiðingartølini fyri árini 1993-2013 eru nú tøk í hagtalsgrunninum. Har eru meira útgreinaðar upplýsingar, bæði á fiskaslag, nýttan reiðskap og keyparabólkar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder