Vinna

Feskfiskaveiðan á sama støði sum í fjør

...

2014-08-24 14:16 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tilsamans er áleið sama nøgd av botnfiski avreidd fyrstu 7 mánaðarnar í ár, samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Nakað minni av hýsu og upsa er komið uppá land, meðan nakað meiri av toski er avreitt. Lesarin skal hava í huga, at toskurin veiddur á Flemish Cap er við í tølunum. Veiðan á Flemish Cap í ár var oman fyri 3 túsund tons. Av øðrum botnfiski kann nevnast, at nøgdin av longu er vaksin um 40% í ár ímun til í fjør.

Avreiðingarvirðið er nakað frægari enn í fjør, serliga er tað hýsan, toskurin og onnur botnfiskasløg sum longa, ið hava fingið nakað betri meðal prís í ár enn í fjør. Avreiðingarvirðið fyri botnfiskin er vaksið 8% ella góðar 21 milliónir kr. í mun til 2013.

Talvan niðanfyri samanber við undanfarin ár. Tað sæst, at feskfiskaveiðan enn er lág. Nøgdin av botnfiski í ár er til helvtar av tí, hon var árini 2004-2007.

Nýggjastu avreiðingartølini fyri sjey teir fyrstu mánaðarnar av 2014 eru nú tøk íhagtalsgrunninum.
Har eru meira útgreinaðar upplýsingar, bæði á fiskaslag, nýttan reiðskap og keyparabólkar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder