2016-06-02 20:34

Í kvøld hava tvey ferðsluóhapp verið í Eysturoynni, og í báðum førum er motorsúkkla partur av óhappinum, tað upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini fyri JN.fo.
Tað fyrra ferðsluóhappið hendi Runt Agnið á Nesi, tá ein bilur og ein motorsúkkla rendu saman, sambært vakthavandi á løgreglustøðini fekk persónurin á motorsúkkluni ilt í ryggin og nakkan, og var tí fluttar á Landssjúkrahúsið. Persónurin ið koyrdi bilin fekk ongan skaða av hendingini, og var tí ikki fluttur á Landssjúkrahúsið.
Eina løtu seinni, fekk løgreglan aftur boð um, at eitt ferðsluóhapp. Ein motorsúkkla var farin útav vegnum millum Kambsdal og Fuglafjørð, tann persónurin bleiv eisini fluttur á Landssjúkrahúsið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald