2018-11-04 20:06

Eitt ferðsluóhapp er fyri løtu síðani hent á landsvegnum undir Hjalla.
Løgreglan og sjúkrabilar eru á staðnum. Ferðslan er tarnað í løtuni.
Tveir bilar hava rent frontalt saman, og veit vakthavandi í løtuni ikki at siga hvussu nógv fólk vóru í bilunum og um hesi hava fingið álvarsligan skaða.
Dagført klokkan 20:17: Tveir bilar frá Tórshavnar sløkkiliðið eru eisini á staðnum nú.
Dagført klokkan 20:24: Fýra bilar frá Tórshavnar sløkkiliðið eru á staðnum. Løgreglan og minst tveir sjúkrabilar.
Les eisini: Kaldbaksvegurin er stongdur í løtuni - opnar aftur um uml ein tíma
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald