2015-06-14 18:03

Beint fyri middag kom ferðamannaskipið BREMEN fyri vágin her í Sandavági, tað fór vestureftir og vestur um Presttanga. Seinnapartin skulu fólkini í land vesturi í Mykinesi.
Tað er av fagrasta veðri, so vakurt er at sigla vestur fyri miðvágs- og sørvágsbjørgunum, Tindhólmi, Gáshólmi og ikki at gloyma Mykines, tey fáa ein góðan túr.
Bremen er 112 langt og 18 metrar breitt.
5 tær niðastu myndirnar eru vevmyndir frá LV úr Mykinesi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald