Vinna

Ferðafólkatalið heldur áfram við at vaksa

...

2014-02-03 19:03 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Flogferðslan hevur fingið eina góða byrjan í 2014. Samlaða ferðafólkatali var 15.598 ferðafólkum, og hetta merkir, at vøksturin í januar var 1200 ferðafólk ella ein vøkstur uppá heili 8,5 %.

Vøkstur á øllum trimum ferðamálunum

Vøkstur hevur serliga verið á teimum smærri leiðunum hjá Atlantic Airways. Ímeðan vøksturin í ferðafólkatalinum til Danmarkar var 3 %; so var vøksturin til Noregs heili 80 % og til Íslands heili 46 %.

???Vága Floghavn fegnast um vøksturin í ferðafólkatalinum. Tað sær út til, at vøksturin kemur av vaksandi talinum av føroyingum sum starvast í Noreg og ikki minst av chartertúrum og ítrottartiltøkum uttanlanda???, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn.

Eitt annað sum hevur verið serligt í januar er at flogferðslan hevur verið sera lítið darvað av vánaliga veðrinum sum hevur darvað aðrar farleiðir. Ongin avlýsing hevur verið í januar vegna veður.

Spennandi tíð fyri framman

Tað er nógv virksemi á flogvøllinum og Vága Floghavn væntar og vónar at nýggja farstøðin og tænastubygningarnir standa klárir í maj í ár.

Stóra byggivirksemi og serligar avskrivingar hava annars havt eina ávirkan á rokniskapin hjá Vága Floghavn seinastu árini. Vága Floghavn væntar, at rokniskapurin fyri 2013 er klárur í februar ella marts.

Sí gongdina á myndini niðanfyri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder