JN

Ferð komin á bygging av skúladepli

...

2014-01-22 17:52 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 VERK??LTAN: Nú hol er sett á stál- og betongarbeiðið, er verulig gongd komin á byggingina av Skúladeplinum við Marknagil. Hetta sæst aftur á byggiplássinum, har tey fyrstu betongelementini nú síggjast. Týsdagin vitjaði Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, byggiplássið. 


Ferð er komin byggingina av nýggjum miðnámsskúla í Tórshavn, Skúladepilin við Marknagil. Seinastu tíðina hava umleið 30 mans verið í gongd á plássinum, og nú hol av álvara er sett á arbeiðið við betong og stáli, verður talið av arbeiðsfólki nærum tvífaldað.

Um tvey tíðina í gjár kom Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, á vitjan á byggiplássinum, fyri at kunna seg um gongdina við verkætlanini. Saman við honum vitjaðu eisini Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum, og Bjarni Wilhelm, deildarstjóri.

Fyrst varð skipað fyri eini rundsýning úti á sjálvum byggiplássinum, har Palli Henriksen, verkætlanarleiðari á Landsverki, og Høgni Lauritsen, stjóri á TG Verk í Føroyum, sum hevur høvuðsarbeiðstøkurnar um hendi, greiddu frá verkætlanini.

- Vit standa nú mitt í hjartanum á skúlanum, sum er tann stóri rundi parturin. Her verður tað mesta glas, so ljósið sleppur inn hendanvegin. Ein armur sæst her, sum er byrjanin til Tekniska skúla. Og eisini síggja vit her, hvar ítróttarhøllin á skúlanum verður, segði Palli Henriksen, tá fylgið gekk fram við teimum fyrstu betongelementunum, sum nú eru stoypt.

Skúladepilin er ikki longur bert spennadi tekningar á pappíri og á telduni, men byrjar nú at síggjast aftur í landslagnum við Marknagil niðan fyri Skúlaheimið og Handilsskúlan.

- Nógv vita kanska ikki, at arbeiðið hevur verið í gongd her úti, tí í byrjnini er ikki so nógv at síggja. Nú stál- og betongarbeiðið er byrjað, og vit fara uppeftir, fer meira at síggjast. Í næstum koma veggir upp, og talið av arbeiðsfólki hækkar longu í næstu viku úr 30 upp í 50 fólk. Hetta fer at síggjast aftur í øktum virksemi á plássinum, segði Høgn Lauritsen, stjóri á TG Verk Føroyar.

Landsstýrismaðurin er nøgdur við tað, hann sá, og fegnast.

- Tað er ein góð kensla at síggja byggiplássið, og eg haldi, at hetta sær gott út, segði Bjørn Kalsø, ið ætlar sær á vitjan aftur skjótt.

Stjórin á TG Verk Føroyar vísti á, at tað hevur gingið væl at fáa arbeiðsfólk. Hópurin er mannaður við umleið eins tali av føroyingum og íslendingum. Eisini rósti hann samstarvinum við ALS, ið hevur gjørt eitt stórt arbeiði at finna arbeiðstøkar føroyingar við førleikum til at átaka sær arbeiði av slíkum slagi, og hetta hevur riggað væl.

Samstarvið við grannarnar hevur verið fyrimyndarligt, og nú verður arbeitt við at finna loysnir fyri parkeringini til Handilsskúlan og Skúlaheimið, sum orsakað av tørvinum hjá byggiplássinum hava mist ein part av parkeringsøkinum. Hesin trupulleikin verður loystur skjótast gjørligt.

Skúladepilin við Marknagil, ið er Føroya størsta byggiætlan nakrantíð, fer at hýsa teimum trimum miðnámsskúlunum í Havn, Studentaskúlanum, Handilsskúlanum og Tekniska Skúla, tá hesi verða lagdir saman. Nýggi skúlin fær eina leiðslu og skal eftir ætlan vera liðugur við skúlaársbyrjan 2016.




Palli Henriksen, verkætlanarleiðari fyri Marknagilsdepilin, Landsverk, greiðir Bjørn Kalsø, landsstýrismanni, frá verkætlanini.


Hetta er byrjanin til tekniskan skúla.


Ítróttarhøllin í skúlanum verður her.


Her verður í kjarnin á skúlanum. Stjórin á TG Verk Føroyar greiðir frá hesum partinum av bygninginum. Frá vinstru Poul Geert Hansen, aðalstjóri, Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, og Høgni Lauritsen, stjóri á TG Verk Føroyar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder