Vinna

Felagskvotan av makreli er fiskað

...

2013-09-11 12:45 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Nótaskipini hava egnar kvotur, og har eru okkurt um 13.000 tons eftir.

Klokkan tíggju í kvøld skulu øll uttan nótaskipini gevast at fiska makrel. Fiskiveiðieftirlitið boðar frá, at felagskvotan av makreli er uppi. Felagskvotan av makreli var 61.500 tons.

Nótaskipini hava egnar kvotur, og har eru okkurt um 13.000 tons eftir, upplýsir Fiskiveiðieftirlitið. Fiskiskapurin eftir makreli er góður. Fyri bara 12 døgum síðani vóru 11.500 tons eftir av felagskvotuni, og tá sluppu øll framat, sama hvat hámarkið var í teirra skipabólki, tað skrivaði KVF í gjárkvøldið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder