2014-09-18 22:20
Írsku skipini Brendelen og Father Mckee koma á Fuglafjørð við tilsamans 2.000 tonsum av havgølti, sum er fiskaður suður ímóti Biskeiavíkini. Brendelen kemur á Fuglafjørð í kvøld og Father Mckee kemur í morgin.
Skipini eru vælkend í Fuglafirði, tey hava í fleiri ár landa havgølt til Havsbrún.
Um vikuskiftið kenur grønlendski trolarin Tasiilaq at landa uml. 600 tons til Havsbrún.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald