Antares.fo skrivar: Um stutta tíð fært tú kanska loyvi at síggja film, spæla spøl og hoyra tónleik á fartelefon, farteldli ella teldu tíni bæði undir fráferð og lending, tá tú ert á flogi.
Tað mælir felagið hjá donsku flogvinnuni, Dansk Luftfart, og fleiri flogfeløg til, skrivar dr.dk.
Sum reglurnar eru í dag, er annars ikki loyvt at hava elektroniska útbúnaðin tendraðan, tá flogfarið fer á flog ella lendur. Men tað ætlar Dansk Luftfart nú at fáa broytt.
- Um hetta letur seg gera uttan at at raka trygdina í flogfarinum, so er hetta avgjørt ein gongd leið, sigur stjórin Michael Svane.
Eisini í flogfelagnum Norwegian eru tey opin fyri tankanum um at linka um reglurnar:
- Hesum hyggja vit við áhuga at, sigur marknaðarstjórin Johan Bisgaard Larsen.
Uppskotið er komið fram, eftir at amerikanska Federal Aviation Administration hevur skotið upp, at reglurnar verða broyttar í USA. Og tað letur upp fyri somu broytingum hesumegin Atlantshavið.
- Vit ætla at taka málið upp við donsku myndugleikarnar, so tilmælini, ið nú eru komin frá amerikanskari síðu, eisini kunnu verða sett í verk í evropeisku flogferðsluni, sigur Michael Svane.
Tað fer tó at taka eitt sindur av tíð, áðrenn nýggju reglurnar verða veruleiki, heldur stjórin.
- Bíleggur tú tær ferðaseðil suðureftir næsta summar, eru núverandi reglur helst framvegis galdandi tá, væntar hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald