Oljan.fo skrivar:
Faroe Petroleum boðar frá, at tað hevur keypt 50% av Lowlander í bretska Norðsjónum, og felagið eigur nú
100% av hesum óútbygdað oljufeltinum.
Felagið hevur gjørt avtalu við North Sea Ventures Limited um keyp av 50% av loyvi P.324 (teigur 14/20c),
sum fevnir um Lowlander oljufundið. Avtalan er fingin í lag, eftir at keypið av hinum 50% frá Talisman
Sinopec, sum varð kunngjørt i februar 2013, varð endiliga avgreitt herfyri.
Faroe Petroleum hevur keypt Lowlander við teirri ætlan at framskunda útbyggingina av Lowlander, saman
við Perth fundinum, sum liggur nærhendis, og sum felagið eigur 34.62% av. Ein felagsútbyggingarætlan av
Lowlander og Perth við felagsframleiðslufasilitetum gevur fundunum munandi betri búskaparligt
grundarlag. Tilsamans 9 brunnar eru boraðir á Perth og Lowlander, og samanlagt eru fundini mett til at
innihalda 270 milliónir tunnir av olju. Mett verður, at av hesum kunnu 62 millionir tunnir útvinnast, harav
22 milliónir tunnir av olju eru í Lowlander. Møguleiki er eisini fyri, at ein felagsframleiðslueind kann gerast
eitt framleiðslumiðpunkt fyri onnur fund í umráðnum.
Faroe Petroleum ætlar at halda fram við tekniska arbeiðinum, har dentur verður lagdur á optimatisera
útbyggingarverkætlanina av fundunum og at náa fram til kommersiellar avtalur í samband við eina
felagsútbygging.
Graham Stewart, forstjóri, sigur í viðmerking, at felagið er sera spent uppá at menna Perth og Lowlander
umráðið til eitt kjarnuøki fyri felagið, og fegnast um, at arbeiðið er komið væl áleiðis. Annars borar felagið
leitibrunn nummar 2 í borikampanjuni í Norra, sum fevnir um 6 brunnar. Felagið hevur longu kunngjørt, at
tann fyrsti brunnurin, Snilehorn, er eitt týðandi oljufund. Hetta er eitt spennandi tíðarskeið hjá felagnum við
stórum møguleikum fyri virðisøking fyri framman.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald