
Hagstovan skrivar:
2016-útgávan av Faroe Islands in Figures er útkomin. Hetta er ein lítil bóklingur á enskum, sum Hagstova Føroya gevur út á hvørjum ári við høvuðstølum um Føroyar. Tað eru 40 síður í A6 lummastødd við talvum og grafiskum hagtalsmyndum.
Ein høvuðstalva er við samanberiligum lyklatølum fyri Føroyar og hini norðurlondini, um m.a. fólkatøl, lívsævi, vígslur og skilnaðir, fosturtøku, heilsustarvsfólk, arbeiðsvirkni, veiðu og uttanlandshandil.
Um náttúru eru yvirlit yvir hægstu fjøll og tindar, hólmar, vøtn og um veður.
Um íbúgvaviðurskifti er m.a. henda áhugaverda fólkapyramidan, ið vísir mannfólk og konufólk eftir aldri og borgarstøðu, t.v.s. støk, gift, skild og einkjustøðu:
Onnur evni eru m.a.:
- Løgtingsval
- Løntakarar eftir kyni og vinnugreinum
- Arbeiðsfjøld og arbeiðsvirkni
- Pensjonistar og búfólk á sambýlum og røktarheimum
- Heilsuverk og børn í barnaansing
- ??tbúgvingaviðurskifti og Kirkja
- Søvn, sjónleikur, avísir og biografar
Stóri vøksturin í føroyskari bókaútgávu sæst í hesi talvu:
Aftur onnur evni eru:
- Fiskiveiða, aling og grindaveiða
- Elframleiðsla og telesamskifti
- Ferðafólkaflutningur, loft- og sjóvegis
- Akfør og ferðsluóhapp
- Samhandil við útlond
- Tjóðarroknskapur
- Prístal, skattir og skuld
Um kriminalviðurskifti er m.a. henda áhugaverda talvan:
Bóklingurin er prýddur við myndum við ávísum tema, sum skiftir á hvørjum ári. Til hesa 2016-útgávuna eru tað nakrar av føgru myndunum hjá Inga Sørensen av undirsjóvar Føroyum. Ein av hesum er framsíðumyndin ovast í hesum greinastubba.
Sum skilst er bóklingurin ætlaður útlendingum og fæst ókeypis á kunningarstovum kring landið. Hann er eisini væl egnaður hjá einstaklingum, stovnum og fyritøkum til at kunna útlendsk viðskiftafólk um høvuðsviðurskifti í Føroyum.
Bóklingurin kann eisini lesast og takast niður sum PDF-skjal á heimasíðuni hjá Hagstovuni her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald