2014-09-10 00:21
Sea Shepherd fólkini, sum vóru tikin tá grind var á Sandi tann 30. august, vórðu dømd at gjalda kr. 1.000,- í part - ella inn at sita í 6 dagar. Men 4 av teimum 6 fólkunum eru farin av landinum, tey hava hvørki goldið bótina ella siti inni, tað upplýsti Dagur & Vika í kvøld.
Jógvan Páll Larsen, verji hjá Sea Shepherd fólkinum, sigur, at fyri Sea Shepherd fólkini er tað ein sigur at hava fingið dóm. Tey hava øll 6 fingið passini aftur. Nú verður tað trupult at fáa tey at gjalda bótina ella at fáa tey inn at sita.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald