JN

Skipað fyri sjálvbodnari leiting leygarmorgunin kl 9:30

...

2014-01-03 18:02 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sum øllum kunnugt, so hendi ein syndarlig vanlukka í Oyndarfirði leygarmorgunin 28.des., sum ávirkar okkum øll uppá ymiskar mátar. Stór leiting bleiv sett í verk beinanvegin, men enn er Rani ikki funnin aftur


Skipað verður fyri leiting leygardagin. Jón Nolsøe skipar fyri, og hann greiðir soleiðis frá:

Leygarmorgunin 4.januar kl. 09.30 fara vit við bátum úr Fuglafirði at leita. Vit byrja her á Fuglafirði og flyta okkum út í Djúpini. Klaksvíksbátar verða við í leitingini, og byrja teir suðuri við Gøtunes og ætla at leita norðureftir, og møtast vit so við teimum í Djúpunum og halda fram norðureftir.

Um fólk úr øðrum bygdum vilja hjálpa til at víðka um leitingina, eru tit meira enn vælkomin at seta tykkum í samband við okkum.
Eg fari á henda hátt at biðja tykkum, sum kunna brúka leygardagin ella part av degnum til hetta, um at koma við at hjálpa, antin við báti ella til "útkikk".
Um møguligt, takið kikara og bjargingarvest við.

Um tit hava onkran spurning, eru tit vælkomin at seta spurningar á Facebook ella ringja til mín á 225475.

Blíðar heilsanir

Jón Nolsøe

Jón leggur afturat, nú so mong gera vart við seg, at tey kunnu víðka leitingina, soleiðis at tey, sum ikki koma umborð á bátarnar, kunnu ganga í fjøruni, bæði suður og norðureftir.

Kelda: 123.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder