2013-08-17 03:28
Fagraberg fór í kvøld at sigla inn við 1.500 tonsum. Fagraberg fer á Kollafjørð við lastini, men teir fara fyrst á Fuglafjørð, har teir verða mitt í nátt. Í morgin kl. 15 skulu teir byrja at landa til Faroe Pelagic í Kollafirði.
Fagraberg hevur í dag roynt í ein landnyðring úr Fugloynni á uml. 62,5N og 5V, teir hava samtrolað við Tummas T.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald