2014-09-22 16:38
Fagraberg er ávegis á Tvøroyri við 1.300 tonsum av makreli, sum verður landaður til Varðin Pelagic. Fagraberg hevur hendan túrin verið móttøkuskip, teir hava tikið ímóti frá teimum smærru trolarunum.
Fagraberg verður á Tvøroyri kl. 16. Í løtuni landar Finnur Fríði á Tvøroyri, teir verða liðnir í kvøld og tá sleppir Fagraberg framat.
Les eisini: Christian í Grótinum landar í Kollafirði.
Reidar Simonsen tók myndirnar niðanfyri, tá ið Fagraberg kom á Tvøroyri um 16-tíðina í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald