2021-03-20 11:42

Fagraberg kom á Fuglafjørð í morgun fullfermdur av svartkjafti, sum teir landa til Havsbrún.
Teir hava fiskað í altjóða sjógvi - einar 700 fj. suður úr Føroyum.
Svartkjaftaskipini fara ikki avstað aftur, fyrrenn svartkjafturin er komin nærri Føroyum, tí siglingarleiðin er so long.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald