2013-09-08 14:57
Fagraberg fór í nátt at sigla inn við 1.000 tonsum, meginparturin er makrelur. Fagraberg skal landa í Kollafirði, teir verða á Kollafirði um 18-19-tíðina í kvøld. Fagraberg hevur verið saman við Tummas T og Jupiter.
Tað er av fagrasta veðrið á makrelfeltinum - sí mynd á greinini niðanfyri, myndin varð tikin í gjárkvøldið.
Í løtuni landar Tróndur í Gøtu í Kollafirði, teir verða liðnir at landa á miðnátt, tá sleppir Fagraberg framat.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald