2015-11-13 06:00

Fagraberg sum hevur verið í ES-sjógvi, har teir hava fiskað makrel, tætt suður úr Hetlandi, fór at sigla í morgun. Teir hava 2.000 tons av makreli.
Fagraberg skal fyrst landað í Kollafirði - eini 1.000 tons, síðan skulu teir landa restina til Pelagos í Fuglafirði.
Vit á JN.fo tosaðu umborð fyri løtu síðan, teir siga, at teir verða á Kollafirði kl. 4 í nátt. Veðrið hevði verið hampuligt, teir høvdu havt hann undan allan vegin úr Hetlandi, men nú var ættin mest útsynningur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald