2021-04-17 19:12

Fagraberg er á veg á Fuglafjørð við fullari last av svartkjafti, teir verða inni á midnátt og sleppa at landa beinanvegin teir koma á Fuglafjørð.
Fagraberg hevur roynt sunnast í føroyskum sjógvi, har eru nógv skip - meira enn 30 skip íalt, og beint sunnanfyri markið eru eisini nógv ES-skip sum eisini fiskað svartkjaft.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald