2014-01-25 15:06
Fagraberg kom á Fuglafjørð seint í gjárkvøldið, teir hava fult skip - uml. 3000 tons, sum verður landað til Havsbrún, hettar er 3. svartkjaftatúrurin í ár, so Fagraberg hevur higartil í ár fiskað uml. 9.000 tons.
Tróndur í Gøtu, sum hevur landað á Tvøroyri er eisini á Fuglafirði, teir bunkra og taka eina nót umborð, síðan fara teir á lodnuveiðu við Ísland.
Norðborg og Christian í Grótinum eru í Ánunum, men um teir landa í dag vita vit ikki enn - teir hava havt stuttan túr.
Á feltinum sunnanfyri er Slættaberg og tvey russisk skip. Íslendska skipið Jón Kjartansson landar svartkjaft á Eskifirði.
Les eisini: Finnur Fríði og Jupiter landa á Tvøroyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald