JN

Fáa eigararnir í Tryggingarfelagnum Føroyum lut í vinninginum?

...

2014-02-24 00:31 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Smb. Hálvársrokniskapinumhjá TF samtakinum 2013 var eginpeningurin 2,5 mia. krónur. Samlaða balancan varuppá heilar 8,9 mia. krónum.

Hetta, og mangt annaðfingu vit upplýst, tá ið vit mikukvøldið 5 feb. vóru á kunnandi fundi, sumTryggingarfelagið hevði bjóða uppstillarunum til.

Væl vitandi, at samtakiðer ein av okkara stóru vøddum innan vinnuvirksemið her á landi, men at støðiðvar so høgt, tað er bara at gleðast um. Ella hvat ? Hava eg, tú og øll hini, iðeiga part í hesum risa samtaki, merkt nakað til góðu gongdina ,ið felagið hevurhavt seinastu árini ? Eg endurtakið; ???Eginpeningurin er 2,5 mia. krónur???

Hvat við vinningsbýti?tekur kanska onkur til, men júst her er tað óviðkomandi, tá ið talan ikki er umfelag, ið er uppbygt við partabrøvum. Men tá ið støðan er so góð, hví merkirtann vanligi eigarin ikki meira til hesa framgongd. Gott nokk hoyrist umyvirskot her og undirskot har í miðlunum, tá ið ársfrágreiðingar verða kunngjørdar,men vit, ið eiga samtakið og eru við til at geva okkara íkast til góðaúrslitið, eru lítið og onki vitandi um hetta í tí dagliga.

Er nøkur útlutingarskipaní samtakinum?. Er hon har, so eru tað ikki øll, ið eru vitandi um eina tílíka.Tað er heldur ikki uppgávan hjá eigarinum at venda sær til samtakið fyri at fáasín part í býtinum, um so er. Hetta átti tryggingarveitarin sjálvsagt at kunnakundan um.

Sum eg havi skilt, so er onginútlutingarskipan í samtakinum, men eftir sjálvur at hava kannað og spurt megfyri, so veit eg um tryggingartakarar, ið hava fleiri ymiskar tryggingarteknaðar hjá Ognarfelagnum og soleiðis hava fingið avsláttur. Hetta var eg ikkivitandi um áðrenn. Sum kundi, havi eg verið í samband við tryggingina nakrar ferðirog havi ikki fingið hetta boðið. Hetta sigur mær, at tú skalt vera sera tilvitaðurum, hvussu øll skipanin hongur saman. Tað kann ikki vera rætt, at kundin skalsjálvur kanna hesi viðurskifti fyri at fáa sín lut. Her tørvast broytingar. Umtað skal haldast áfram við hesum leisti ella eitt hvørt, ið er betur egnað, taðdugi eg ikki at siga, men tað er umráðandi at hugt verður uppá hetta.

Ein og hvør eigarigleðist um góðu gongdina hjá samtakinum og áhugamálið er, at tað framvegis slóðarfyri einum góðum lívstíli í framtíðini. Men kappingin er sera hørð og krevurtillagingar. Umráðandi er, at tann einstaki kennir seg tryggan við tí loysn,sum Tryggingarfelagið bjóðar tí einstaka kundanum. Hetta er eitt álit kundin hevurtil samtakið. Tryggingarfelagið eigur sjálvt at vísa á fyrimunirnar, soleiðisat tann einstaki kundin, ung sum eldrið, hevur rættindi til at fáa sín part avgóðu gongdini av at verða tryggingartakari hjá Tryggingarfelagnum Føroyar.

Mítt hjartamál er størri opinleika íTryggingarfelagnum Føroyar. Vel tí Bergur R. Dam Jensensum títt umboð til umboðráðsvali hjá Tryggingarfelagnum Føroyar 2014.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder