Vinna

Eysturoyartunnilin gevur hægri sethúsaprísir og størri bústaðarbyrðu

...

2020-09-10 15:02 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

BETRI BANKI: Sethúsaprísirnir í økinum tætt við Eysturoyartunnilin eysturoyarmegin eru hækkaðir við 31% síðani 2019. Prísurin er meira enn tvífaldaður síðani 2015.

Miðal sethúsaprísurin í hesum økinum er næstan 650.000 krónur hægri enn í Eysturoynni sum heild. Orsøkin er helst økti áhugin at búgva tætt við Eysturoyartunnilin, sum verður liðugur í 1. ársfjórðingi í 2021.

Bústaðarbyrðan í økinum tætt við Eysturoyartunnilin er eisini vaksin nógv seinasta árið.Bústaðarbyrðan er roknað sum prosentparturin av inntøkuni eftir skatt hjá einum pari við tveimum børnum, sum fer til at fíggja ein bústað.

Bústaðarbyrðan er farin úr 17% upp í 23% frá 2019 til 1. hálvár 2020. Tað merkir, at í miðal fara 23% av inntøkuni eftir skatt til at fíggja ein bústað í økinum. Til samanberingar fara í miðal 16% av inntøkuni til at fíggja ein bústað í Eysturoynni sum heild.

Kristine Ellingsgaard, leiðari hjá Betri Banka í Saltangará, sigur at gongdin er natúrlig, tí Eysturoyartunnilin ger tað meira lokkandi at seta búgv í Eysturoynni.

- Vit síggja, at eftirspurningurin verður størri og størri frá fólkum í øllum landinum. Miðalprísurin fyri eini hús tætt við Eysturoyartunnilin er framvegis nógv lægri enn í Tórshavn. Tá koyritíðin úr t.d. Havn til Runavíkar verður stytt niður í 16 minuttir, so sigur tað seg sjálvt, at tað kann verða lokkandi fyri fleiri fólk, sigur Kristine Ellingsgaard.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder