??tskiftingarnevndin fyri hagan Eysturhøvdi í Svínoy hevur býtt hagan í tveir hagapartar
Í 2009 løgdu eigarar í haganum Eysturhøvdi í Svínoy uppskot inn á grannastevnu um býti av haganum, og á grannastevnuni varð samtykt at seta fram krav um útskifting.
Málið varð tikið upp á útskiftingarfundi í Svínoy á heysti í fjør og varð har viðgjørt saman við eigarunum. ??tskiftingarnevndin gjørdi tá av, at grundarlag var fyri at fara undir skiftið, og nevndin hevur síðani gjørt uppskot til býti, sum fyrr í ár varð sent eigarunum til viðmerkingar. Beint fyri ??lavsøku gjørdi so útskiftingarnevndin úrskurð, sum í stórum staðfestir fyribilsuppskotið.
Eftir úrskurðinum verður Eysturhøvdi, ið var 4 mk 10 gyllin býttur í tveir hagapartar. Tann heimari fær navnið Keldufjall og verður 2 mk 3 gl, og tann eystari varðveitir gamla navnið og verður 2 mk 7 gl.
??rskurðurin kann kærast til yvirútskifting. Tað skal gerast við skrivi til Sorinskrivaran og kærufreistin er 9. nov. 2014.
Í útskiftingarnevndini sótu Marita í Brekkunum, Maria Gregersen og Petur Nielsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald