2013-08-14 18:13
Eysturbúgvin og Vesturbúgvin, sum samtrola eftir gulllaksi, brutu túrin av leygardagin, tí annað skipið fekk tekniskar trupulleikar.
Eftir at teir høvdu landað gulllaksin, fóru skipini á Havnina til skipasmiðjuna Mest, har teir liggja enn, men helst verður klárt at loysa aftur í kvøld.
Jóan Petur í Soylu skipari á Eysturbúgvanum sigur, at fiskiskapurin er heldur slakari enn hann hevur verið fyrr í ár, men tó brúkuligt.
Í fjør vóru Eysturbúgvin og Vesturbúgvin á makrelinum, men Jóan Petur sigur, at um gulllaksafiskiskapurin heldur sær, so fara teir neyvan á makrelin, tí prísurin er somikið lægri í ár, at tað helst lønar seg betri at fiska gulllaks.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald