2014-08-24 21:56
Næraberg, sum er á makrelveiðu við Eystur-Grønland, manglaði ein eykadeil nú um dagarnar. Tað tekur 3 døgn at sigla til Ísland og aftur á fiskileið. Tí valdu teir, at leiga eitt flogfar úr Íslandi, sum slepti eykalutinum niður í fallskýggja, sum so varð tikin upp av manningini á Nærabergi.
Sí myndirnar niðanfyri, sum John Haraldsen umborð á Nærabergi hevur tikið.
Næraberg hevur 1.000 tons inni av heilfrystum makreli, Næraberg lastar góð 2.000 tons.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald