Hósdagin 16. oktober 2014 lat listamaðurin Eyðun av Reyni framsýning upp í atelierinum á Lútzenstrøð 13, í Tórshavn.
Eyðun av Reyni hevur sett eina framsýning saman við 20 verkum, og er tað sostatt høvi hjá áhugaðum at støkka inn á gólvið.
Um listamannin, sum er føddur í Havn í 1951, sigur íslendski listfrøðingurin Aðalsteinn Ingólfsson m.a. í bókini um Eyðun av Reyni: ???Listamálarin Eyðun av Reyni ber eins og ein kringur dansari eina andaverð við sær. Tá ið hann málar fyrstu strokini á løriftið, veit hann av sær sjálvum ... at rútman, sum hann gevur seg undir, ber hann at enda út á eggina á einum vatnrættum býti, ið verður kallað miðdepil. Hesin miðdepil er ofta í skundi málaður við breiðum pensli gráur ella svartur, so at hann líkist einum svørtum holi ella einum veðurbardum veggi, sum gerst tann veruligi snúningsdepilin, verkini hjá Eyðuni snúgva seg um. Alt hitt í málninginum skipar seg rundan um henda miðdepil, soleiðis at økið niðanfyri brátt umskiftist til eina rokuta forgrund, sum er gjørd liðug við øgiligum slettum og skvettum av ljósum litum, ið fara hurl um burl tvørtur um løriftið, meðan økið omanfyri er bygt upp við meiri frælsi, altíð við einari samanseting av loddrøttum og vatnrøttum litblokkum???.
Framsýningin er opin:
Fríggjadagin 17. oktober kl. 14.00 til kl. 18.00
Leygardagin 18. oktober kl. 14.00 til kl. 18.00
Sunnudagin 19. oktober kl. 14.00 til kl. 18.00
Mánadagin 21. oktober kl. 14.00 til kl. 18.00 endar framsýningin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald