JN

Eyðanstovuskipið tíðarfest

...

2018-12-05 19:23 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

KVF:Viðurin, sum er nýttur at smíðja Eyðansstovuskipið, er feldur í tíðarskeiðnum 1632 til 38, sigur Helgi Michelsen, fornfrøðingur.

Við at telja áringarnar í træsprekunum av Eyðansstovuskipinum, og sammeta teir við tilfar í einum kunningardátugrunni, ber til at tíðarfesta, at viðurin er feldur í Niedersachsen við Elbeánna í tíðarskeiðnum 1632 til 1638.

Helgi Michelsen, fornfrøðingur greiðir frá, at í grein, sum Jens Christian Svabo hevur skrivað umleið 1780, stendur, at skip strandaði í Sandavági umleið hálvtannaðhundrað ár frammanundan, og hetta kann passa væl við Eyðansstovuskiipið.

Helgi Michelsen, fornfrøðingur, er í útvarpsstovuni. Lurtið eftir sera áhugaverdari frágreiðing

Mynd: Kevin Martin
Sprek av Eyðansstovuskipinum

HOYR HER.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder