JN

Et fisk tvær ferðir um vikuna

...

2014-03-31 19:05 Author image
placeholder

 Danska Fødevarestyrelsen mælir framvegis fólki til at eta fisk minst tvær ferðir um vikuna sum høvuðsrætt og fleiri ferðir um vikuna sum viðskera.

Í kosttilmælinum verður sagt, at feitur fiskur inniheldur fiskaoljur, selen, jod og D-vitamin, sum kroppurin hevur tørv á, og sum eru torfør at fáa nóg mikið av í øðrum matvørum. Fólk, ið eta fisk fleiri ferðir um vikuna, eru í minni vanda fyri at fáa hjarta- og æðrasjúkur minni, enn fólk, ið sjáldan eta fisk.

Kosttilráðingin frá Fødevarestyrelsen er sostatt at eta fiska minst tvær ferðir um vikuna sum høvuðsrætt og fleiri ferðir um vikuna sum viðskera.

Samanlagt skulu fólk helst hava 350 gramm av fiski um vikuna ??? av hesum skulu minst 200 gramm vera feitur fiskur sum laksur, síl, makrel og sild.

Les kosttimælið her.

Kelda: Vinnuhúsið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder