JN

Erla Olsen heiðrað í Vestmanna kirkju

...

2014-06-13 12:10 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Hin 25. mai varð ein megnarkvinnu her í Vestmanna heiðrað. Og tað var okkara óføri organistur og kórleiðari, Erla Olsen, sum hin 8. mai hevði 35 ára jubileum í Vestmanna kirkju.

Erla hevur við sínum frálíka spæli og sangkynstri, við sínum kórum og góðu hugskotum, lyft sangin í kirkjuni, og harvið kirkjulívið, upp á eitt hægri støði. Kirkjan og fólki her er, eru sera takksom fyri tað stóra og góða arbeiði, sum Erla hevur gjørt øll hesi ár, har hon trúføst hevur tænt Vestmanna kirkju. Vestmanna kirkja hevur havt, og hevur enn, nógvar dugnaligar, góðar og trúgvar tænarar, Erla er ein teirra. Hon er sera góð við kirkjuna, og tað merkist í hennara arbeiði.

Tað eru góðar og lættar løtur í kirkjuni, og tað eru eisini tungar og svárar løtur, og har hevur Erla skipað so fyri, at kórið syngur tá børn verða borin inn í kirkjuna fyri fyrstu ferð, at verða doypt, sum ein góð móttøka av hesum lítla Guðs skapningi. Og síðan tá fólk verða borin inn í kirkjuna fyri seinastu ferð, hevur Erla við sínum trúfasta Húsakóri, skipað fyri at sungi verður hesar løtur, og fleiri eru tey, sum hava havt á orði, hvussu gott tað kendist, bæði í góðum og í svárum stundum, at verða móttikin við góðum urguspæli og sangi, tá komið varð í kirkjuna.

Vestmanna kirkja takkar hjartaliga fyri góða og trúgva tænastu, við vón um, at hon heldur fram nøkur ár afturat. Vestmann kirkja, kirkjuráð og prestar ynskja Erlu, og øllum hennara, alt gott framyvir, og Guðs signing í komandi tíðum.

Erla kom síðan fram í kór at taka ímóti heiðursgávu frá Vestmanna kirkju. Hetta var ein vasi við áskriftini: Takk fyri trúgva tænastu við urguspæli og kórsangi í 35 ár, Vestmanna kirkja., og prýði frá Mikkalinu glas.

Prestur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder