Politikkur

Er Guð deyður

...

2014-05-12 19:24 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Er Guð deyður?

Enn hava vit frítt trúar- og talifrælsi í Føroyum. Tað stendur øllum frítt at søkja til ta kirkju- ella samkomu har mann kennir seg heima. Somuleiðis er sama galdandi fyri hvørja politiska leið mann velur.

Gjøgnum 1000 tey seinastu árini hevur okkara lógarverk verið grundfest í tí kristnu siðalæruni. Tað hevur altíð verið tikið sum góð vøra at løgtingsmenn hava duga at tikið til úr halgubók, kvæðunum og bókmentum, tá ið eitt ávíst mál hevur verið viðgjørt. Tey seinnu árini hevur ein sera álvarsligur óskikkur tikið seg upp inni á Tingi. Tað er at ávísir politikarar brúka Tingsins røðarapall, í tíð og ótíð, til lýsingartorg fyri eitt slag av amerikonskum botox kristindómi. Teir føra seg fram sum provisiónslønt einaumboð fyri Várharra her á jørð. Hettar er sera álvarsligt og tí má fyrispurningurin til formannskapin í Tinginum verða: hvat sigur lógin um slíkt? Finnst ongin reglugerð um hvat er loyvt og ikki loyvt? Hvat nú um tað hendir at ein av tinglimunum gerst muslimur og fer at brúka Tingsins røðarapall til lýsingartorg fyri Sharialóggávu. Hvat um nú at allir tinglimirnir fóru at brúka 5 min. av sínari talutíð at ???prædika??? í ?

Eitt tað mest jaliga lødda orðið tað seinastu tíðina er at tilfeingið í havinum kring Føroyar er ogn Føroya fólks. Her hava afturhaldskreftirnar í Tinginum gjørt hettar orðafellið til eit satt ódjór, ið ætlar at røva og stjala alt tilfeingið frá teimum sum eru í vinnuni. Hettar orðafellið merkir bert at allir føringar hava loyvi og plikt at skapa sær eydnuna góða, við teim evnum ið Skaparin gav, burtur úr hesum tilfeingi.

Orðafellið, Er Guð deyður? Stavar frá einum brævi, sum ein ungur týskur herðmaður, ið var staddur í Stalingrad undir seinna heimsbardaga skrivaði til móðir sína heima í Týskalandi. Teksturin var nøkurlunda soleiðis: Góða mamma, eg veit ikki um tit hava nakran Guð heima hjá tykkum, men eitt veit eg, her við Stalingrad finnst eingin Guð.

So er spurningurin, er støðan á Føroya Løgtingi í 2014 sum hon var í Stalingrad í 1941.

Bogi G. Joensen, Sørvágur

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder