2021-06-15 08:20
![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
Enniberg, sum hendan túrin hevur verið á rækjuveiðu í russiskum sjógvi landar í Tromsø í morgin, teir verða væntandi á Havnini leygardagin.
Enniberg fór avstað 24 mars, teir fóru beint í russiskan sjógv, teir royndu har í ein mána og fingu 510 tons, sum teir landaðu í Tromsø, síðani fóru teir beint aftur í russiskan sjógv og kastaðu 7. mai - 12 juni var lastin full - góð 800 tons av rækjum, sum teir landa í morgin.
Fiskiskapurin hevur verið góður so at siga alla tíðina sigur skiparin Karl Danielsen við okkum á JN.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald