Vinna

Enniberg komin heim við spælskaða

...

2014-09-29 01:40 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Flakatrolarin Enniberg er komin heim við spalskaða.

Enniberg fór úr Føroyum 25 august, teir fóru fyrst til Vestur-Grønland á svarkalvaveiðu. Tað tók teimum bert 5 søgn at fiska svartkalvakvotuna í Vesturgrønlandi, sum var uml. 100 tons.

??r Vestur-Grønlandi fóru teir til Jan Mayn at fiska kongafisk. Í fyrstani var tað smáligur fiskiskapur, men nú móti endanum sá betri út, tað sigur skiparin Sonni Johannesen.

Teir fingu trupulleikar við trolspølunum, sum eru av slagnum Brattvaag, so einki var at gera, uttan at koma heim, teir høvdu 176 tons í lastini.

 Sonni Johannesen sigur, at nú verður kannað, hvat bagir trolspølunum, ringt er at siga, hvussu stórur trupulleikin er, men hann roknar við, at tað helst kemur at taka minst 14 dagar.

Tá ið Enniberg verður klárur aftur, verður farið í Barentshavið á toskaveiðu, sigur skiparin Sonni Johannesen við jn.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder