2014-01-13 13:11
Enniberg sum hevur skift høvuðsmotor á Skipasmiðjuni MEST á Skála, verður væntandi klárur at fara til fiskiskap um 15-20 februar.
Motorurin varð settur í skipið 18. november - har myndin omanfyri er frá - Umframt at skifta sjálvan høvuðsmotorin, so verða allir el-káplar eisini skiftir, soleiðis at øll el-skipanin eisini verður nýggj, og harafturat verður fabrikkin eisini gjørd av nýggjum.
Nýggi høvuðsmotorurin er góðar 1.000 Hk. størri enn tann gamli, so skipið kemur at hava munandi størri tov-kraft.
Enniberg eigur kvotu í russiskum sjógvi í Barentshavinum. Í løtuni eru Gadus og Akraberg til fiskiskap í Barentshavinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald