Vinna

Enniberg kemur aftur av svartkalvaveiðu

...

2013-08-10 16:09 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Enniberg, sum hevur verið á svartkalvaveiðu í Vestur-Grønlandi, kemur á Havnina um 16-tíðina í dag. Kvotan av svartkalva var bara 100 tons, tað tók teimum eina viku at fiska kvotuna, men siglingin tók útvið eina viku hvønn veg.

Mortan Johannesen reiðari sigur, at tá ið svartkalvin er landaður, tá verður farið í Norðhavið (alttjóða sjógvur) at fiska kongafisk.

Í heyst skal Enniberg skifta motor, tað arbeiði verður gjørt á MEST, reiðarin væntar, at tað arbeiðið verður liðugt, soleiðis at klárt verður, at fara aftur til fiskiskap fyrst í januar.

Nýggi høvuðsmotorurin verður uppá 6.000 hk. Enniberg verður nú útgjørdur soleiðis, at teir bæði kunnu fara á toskaveiðu, kongafiskaveiðu, makrelveiðu og eisini rækjuveiðu. Frystiorkan verður eisini munandi størri - Enniberg fer at kunna frysta uml. 80 tons av toski um døgnið, av makreli fara teir at kunna frysta uml. 60 tons um døgni, sigur reiðarin Mortan Johannesen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder