Ítróttur

Enn ein sigur til Guðmundur Joensen

...

2014-05-08 21:06 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Enn ein hørð kapping og enn ein sigur til Guðmundur Joensen.
Á tsf.fo stóð at lesa at talan var um eina Einkultstartkapping og at bólkur 1 skuldi koyra 40 km. Teinurin var nógv longri enn tað. Bólkur 1 koyrdi uml. 50 km.
Leiðin gekk frá Plantusøluni í Havn, gjøgnum bergholið í Kaldbaksbotni, til Hósvík har tað bleiv vent. Leiðin gekk so til Kollafjaðadal, fyri síðan at "beint upp í loft" og enda á uml. 700 metrum - á Sornfelli.
Guðmundur var júst komin aftur úr stórari altjóða triathlon kapping í Portugal, men hóast tað vann hann so ruddiliga. Guðmundur brúkti 1 tíma 42 minuttir og 5 sekund. 

Sverri Mohr Edvinsson hevði ein góðan dag, og gjørdist næstur á toppin. Hinvegin gekk minni gott hjá Gunnar Dahl-Olsen, og hann kom á mál heilar 11 minuttir eftir vinnaran.
- Hugsaði um at brúka tvær súkklur, tvs. skifta frá einkultstartsúkklu til kappsúkklu, eins og Guðmundur gjørdi, men helt eg skuldi royna TT súkkluna allan teinin, segði Gunnar eftir kappingina.
Aftur hesa ferð stillaðu brøðurnir Tóri og Teitur Thorleifsson upp, og aftur hesa ferð var tað yngri bróðurin, Tóri, ið fór við sigrinum hjá unglingunum.
Teinurin, ið teir koyrdu var frá Plantusøluni, gjøgnum bergholið, niðan á Kollafjarðadal, og so somuleiðis heilt niðan á Sornfelli.
Tóri vann við tíðini 2 tímar 16 minuttir og 46 sekund.

??rslit, menn:
1. Guðmundur Joensen, 1:42:05
2. Sverri M. Edvinsson, 1:48:45
3. Gunnar Dahl-Olsen, 1: 53:02

??rslit, unglingar:
1. Tóri Thorleifsson, 2:16:46
2. Teitur Thorleifsson, 2:24:10

Sambært kappingarkalendarinum verður næsta kapping 17. mai, men av tí at Team Rynkeby somuleiðis hevur skipað fyri kapping sama dag, so verður Landaveg súkklukappingin í Suðuroy flutt. Vit lýsa her nær tað verður. Møguliga 16. mai, og møguliga komandi leygardag, altso leygardagin 10. mai.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder