Vinna

Enn bíligari at fylla sær tangan

...

2014-12-17 03:05 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tey sum í dag hava fylt sær tangan við bensini ella diesel, ella hava fingið olju til húsarhaldið hava lagt tað til merkis:

Bensin-, diesel- og gassoljuprísirnir eru lækkaðir enn einaferð.

Sambært heimasíðuni hjá MAGN er bensinprísurin í dag fallin 10 oyru fyri liturin. Ein litur av blýfríðum bensini 95 kostar sostatt í dag 9,68 krónur. Tann 20 november kostaði ein litur av bensini kr. 10,10.

Prísurin á dieselolju er samstundis lækkaður 10 oyru fyri liturin. Ein litur av dieselolju kostar nú 8,41 kr.


Brennioljan er lækkað við 100 krónur fyri tonsið. Eitt tons av brenniolju kosta nú 6.825 krónur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder