Vinna

Enn betri biltryggingar

...

2018-05-30 15:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Betri fer nú á marknaðin við nýggjum biltryggingum. Nýggju biltryggingarnar hava fleiri dekningar enn tær gomlu, og fleiri av hesum dekningum eru púra nýggjar á føroyska marknaðinum, so sum skeiv áfylling, nummarplátustuldur og mekaniskur skaði. Eisini eru nógv eftirspurdu dekningarnir parkeringsskaði og bilhjálp nú eisini við.

Í sama viðfangi eru biltryggingarnar gjørdar einfaldari, soleiðis at tað eru fýra ymiskar tryggingar, har tað ber til at gera tilval, soleiðis at kundin sjálvur kann samanseta sína trygging.

Nýggju, dagførdu biltryggingarnar eru hesar:

·Ábyrgd - er lógarkravd og fevnir bert um skaða á onnur akfør og skaða á fólk.

·Grund - er best egnað til gomul akfør, ið ikki hava serliga høgt virði.

·Víðkað - fevnir um tað mesta.

·Einastandandi - er til tann, sum vil hava tað besta av tí besta.

Allar biltryggingarnar fevna nú eisini um sálarfrøðiliga hjálp, sum verður givin í sambandi við bilóhapp.

Nýggju dekningarnir fáa gildi longu 1. juli 2018, og dagføringin hendir sjálvvirkandi fyri allar kundar hjá Betri Trygging.

Les meira um nýggju biltryggingarnar her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder