Lýsing

Endurlýsing: Tekniskur leiðari til Sørvágs kommunu

...

2021-07-08 15:35 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Sørvágs kommuna søkir eftir einum tekniskum leiðara at byrja í fulltíðarstarvi sum skjótast.

Starvið

Sørvágs kommuna hevur sum endamál at menna kommununa og veita borgarum og vinnulívi eina góða og skynsama tænastu og bestu umstøður fyri menning og framburði.

Tekniski leiðarin hevur ábyrgdina av tekniska økinum og skal í einari politiskari skipan stuðla og ráðgeva bygdaráðnum. Saman við bygdaráðspolitikkarum, leiðarum og starvsfólkum verður viðkomandi við til at menna kommununa í tøttum samstarvi við borgarar og vinnulív, so endamálið kann røkkast.

Høvuðsuppgávur

Uppgávurnar hjá tekniska leiðaranum eru m.a. at:

·veita borgarum og vinnulívi eina dygdargóða tænastu

·veita politikkarum fakliga og professionella ráðgeving og dygdargóða tænastu

·myndugleikaviðgera, málsviðgera og fyrireika teknisk mál til politiska støðutakan

·tryggja at samtyktir verða framdar innan teir karmar, bygdaráðið ásetir

·skipa tekniska økið, gera viðlíkahaldsætlanir og raðfesta viðlíkahaldið fyri ymsu økini

·skipa fyri skrásetingararbeiði á tekniska økinum

·fyrireika og menna Sørvágs kommunu fakliga, soleiðis at kommunan tekur við teimum

avbjóðingum, sum framtíðin hevur at bjóða

Førleikar

Umsøkjarar verða mettir eftir fakligum og persónligum førleikum. Tað er umráðandi, at tú:

·hevur verkfrøðingaútbúgving ella annað samsvarandi útbúgvingarstøði við royndum

·hevur góðan kunnleika til og royndir innan leiðslu, fyrisiting og fíggjarstýring

·tað er ein fyrimunnur at hava góðan kunnleika til BK17

·hevur góðsamstarvsevni

·dugir væl at samskifta bæði munnliga og skrivliga

·hevur evni at raðfesta og tolir at arbeiða undir trýsti

·dugir og torir at taka avgerðir

·ert fyrikomandi og hevur ein tænastusinnaðan hugburð

Setanar- og lønarviðurskifti

Starvið er fulltíðarstarv og verður lønt sambært galdandi sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til skrivstovuna hjá Sørvágs kommunu á tlf. 363200 ella teldupost: [email protected]

Skrivlig umsókn við avriti av prógvum ogviðmælum skal vera Sørvágs kommunu, Varðagøtu 8, 380 Sørvági ella [email protected] í hendi í seinasta lagi mánadaginhin 26. juli 2021 kl. 12:00.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði

Sørvágs kommuna tilskilar sær rættin til ikki at seta nakran av umsøkjarunum og, um neyðugt, at lýsa starvið leyst av nýggjum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder